Tır Ormurin Langi Lyrics

[1.]
Viljiğ tær hoyra kvæği mítt,
vilja tær orğum trúgva,
um hann Ólav Trygvason,
hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[3.]
Knørrur var gjørdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
sjútti alin og fıra til,
var kjølurin millum stevna.

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[8.]
Har kom mağur á bergiğ oman
viğ sterkum boga í hendi:
"Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi."

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[10.]
"Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna."

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[11.]
"Hoyr tú tağ, tú ungi mağur,
vilt tú viğ mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara."

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[12.]
Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørğin skalv:
teir drógu knørr úr neysti.

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[71.]
Einar spenti triğja sinni,
æt1ar jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tók at braka.

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[72.]
Allir hoyrdu streingin springa,
kongurin seg undrar:
"Hvat er tağ á mínum skipi,
so ógvuliga dundrar ?"

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[73.]
Svaraği Einar Tambarskelvir
kastar boga sín
"Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurin, harri mín !"

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

[30.]
Nú skal lætta ljóğiğ av,
eg kvøği ei longur á sinni;
nú skal eg taka upp annan tátt;
dreingir leggi í minni !

Glymur dansur í høll,
Dans sláiğ ring
Glağir ríğa Noregs menn
til Hildar ting.

See also:

97
97.23
desde que te vi Natalino Lyrics
Black Guayaba Sin tú amor Lyrics